Veðrið hesa vikuna
Ein hátrýstryggur vestan fyri Føroyar gongur eystureftir. Kølin og óstøðug luft rekur ímóti Føroyum í dag av útnyrðingi, í kvøld sunnaneftir. Í morgin nærkast eitt lágtrýst yvir miðjum Norðuratlantshavi Føroyum vestaneftir, og eitt brúgvalag haðani við regni er yvir okkum í annaðkvøld. Mikudagin og hósdagin fer lágtrýstið at grynnast sunnan fyri Ísland, og tá fer lýggj og slavin luft við onkrum æli at reka ímóti Føroyum av útsynningi. Fríggjadagin fer lágtrýstið eysturum norðan fyri Føroyar, og eftir tað fer kølin luft at reka ímóti Føroyum av útnyrðingi.
Forsøgn galdandi til týsmorgunin
Lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað við sólglottum og yvirhøvur turt. Í kvøld gongur hann niður í sunnan og minkar vindin niður í lítið lot, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Í nátt lítið frískt lot til frískan vind sunnan, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 7 til 11 stig.
Týsdagin
Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur turt, í støðum tám ella mjørki. Seinnapartin ádrigið og ælaveður. Um kvøldið samdrigið og regn. Um náttina veksur vindurin upp í frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, enn samdrigið og regn. Hitin 9 til 13 stig.
Mikudagin
Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn. Tá líður á seinnapartin minkar vindurin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, skýggjað ella hálvskýggjað og okkurt ælið, í støðum tám og driv. Hitin 10 til 14 stig.
Hósdagin
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Seinnapartin gongur hann niður í sunnan, skýggjað og yvirhøvur turt. Um kvøldið og náttina lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin 10 til 14 stig.
Fríggjadagin
Lítið lot av útsynning, minni enn 5 m/s, samdrigið og okkurt ælið í støðum. Um náttina lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Hitin 10 til 14 stig.
Leygardagin
Lot til frískt lot av útnyrðingi og norði, 3 til 8 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin 6 til 11 stig.
Kelda: Veðurstova Føroya

