Skráin fyri Føroya Sjómannadag 2026
Føroya Sjómannadagur kunngerð fjølbroyttu skránna fyri familjudagarnar 17. – 23. august 2026.
Á skrá eru kappingar, mentanarlig tiltøk, undirhald, framførslur, góður matur og hugni fyri bæði børn og vaksin, og alt er sjálvsagt ókeypis.
Mánadagur 17. august
20.00
Fiskivinnuting: Vísundin, Vinnan og politiski viljin um bornfiskiskapin
Meira virði úr føroyska botnfiskiskapinum – hvat krevur tað?
Føroyskur botnfiskiskapur er í einari spennandi men avbjóðandi støðu. Betri marknaðarprísir, sterkari fiskastovnar á summum økjum og stórar íløgur í nýggj skip geva nýggjar møguleikar. Men hvat krevst fyri at skapa størri virði á ein burðardyggan hátt – eisini um 10 og 20 ár?
Hetta er høvuðsevnið, sum Fiskivinnutingið 2026 fer at royna at fáa nøkur svar upp á. Lagt verður út við eini framløgu hjá Eydnu í Homrum, deildarleiðara á Havstovuni, sum fer at greiða frá sjónarmiðunum hjá vísindaligu ráðgevingini. Síðani verður ein samrøða við Hanus Hansen, reiðara, um aktuellu støðuna hjá botnfiskiskapinum í føroyskum økið og útlitunum til eina veruliga endurnýggjan av flotanum.
Fiskivinnutingið endar við eini samrøðu við Bárður á Steig Nielsen, fiskimálaráðharra, um aktuellu støðuna hjá botnfiskastovnunum, sjálvari fiskidagaskipanini og politisku kørmunum hjá botnfiskavinnuni næstu árini.
Fiskivinnutingið 2026 byrjar stundisliga á KG mánakvøldið klokkan 20:00. Øll eru hjartaliga vælkomin!
Týsdagur 18. august
19.00
Framløga á KG Hotel: Havsins áratíggju fyri burðardyggari menning
ST gjørdi í 2017 av, at árini 2021-2030 skuldu vera ‘Havsins áratíggju fyri burðardyggari menning’. Í stuttum skulu átøk gerast fyri at fáa eitt reint, burðardygt og mótstøðuført hav. Tað er altjóða havnevndin IOC undir UNESCO, sum samskipar Havsins áratíggju. Føroyar eru lutvíst við í hesum altjóða átakinum. Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, fer at greiða frá um tættir í Havsins áratíggju og um føroysku luttøkuna, sum verður samskipað við Grønland og Danmark.
20.00
Framløga á KG Hotel: Hvussu stendur til í føroyskum fiskiskapi?
Framløgan gevur eina stutta støðulýsing við serligum denti á botnfiskiskap og hyggur millum annað at gongdini í flotanum, fiskidøgum, veiðu og avreiðingum, føroyskum línufiskiskapi á ymiskum leiðum umframt útlendskari veiðu í føroyskum øki. Sigurgunn W. Várting, granskari á Sjókovanum leggur fram eina støðulýsing av føroyska fiskiskapinum har hon serliga leggur dent á botnfiskiskapin.
Mikudagur 19. august
20.00
Samrøða á KG Hotel: Jóan Petur Klein – eitt langt lív á sjónum
Mikudagin í Sjómannadagsvikuni tosar blaðstjórin á Norðlýsið, Jóhann Lützen, við 83 ára gamla Jóan Petur Klein um eitt langt og fjølbroytt lív á sjónum. Jóan Petur fór fyrstu ferð til skips við sluppuni Fimm Systrum í 1958 og sigldi seinni millum annað við Polarstjørnuni, Norðingi og Pison, áðrenn hann fór í land í 1988.
Í samrøðuni verður eisini hugt aftur á barna- og ungdómsárini í Hattarvík, og hoyra vit um lívið, arbeiðið og upplivingarnar hjá einum manni, sum hevur havt sjógvin, sum ein stóran part av sínum lívi.
Hósdagur 20. august
Kí spælir
Fríggjadagur 21. august
17.00
Fiskikapping á Kósabrúnni fyri øll børn
Børnini skulu sjálvi hava tráðu og bjargingarvest við.
Tilmeldingin er á Kósabrúnni, har luttakarar fáa agn, posa og pappírslepa at skriva navn og fartelefonnummar á.
Møtið í góðari tíð.
Børn og vaksin fáa kaffi, kakao og góðgæti.
Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2, og 3 í hesum bólkum:
Gentur undir skúlaaldur, dreingir undir skúlaaldur, gentur í skúlaaldri og dreingir í skúlaaldri, umframt atgongumerki til Sirkus Baldoni og góðgæti.
Tann, ið fiskar størsta fiskin verður útnevndur fiskikongur/drotning, fær handað steyp.
Heiðursmerkjahandanin verður á stóra palli á Sjómannadegnum leygarmorgunin 22. august kl. 11.15
18.00
Stórt vatnkríggj millum skip og bátar umframt á kaiøkinum á vestursíðuni
Tá fiskikappingin er liðug, leggja skip og bátar at Kósabrúnni og taka fólk umborð, og síðani verður kríggjast millum bátarnar á Vágni.
Sløkkilið og bjargingarfeløg luttaka í vatnkrígnum.
Siglt verður í ring inni á Vágni, og kríggið endar, tá sjóverjuskipið blæsir tríggjar ferðir við stóra skipslúðrinum.
Á vestursíðuni, framman fyri Northern Fish Cold Storage, er stórt vatnkríggj á landi fyri børn og vaksin, sum ikki ynskja at verða umborð á bátunum. Sjórænarar vitja.
Øll – bæði børn og vaksin – sum luttaka í vatnkrígnum, kunnu rokna við at gerast dýggjvát og tí er umráðandi, at vera í heitum klæðum.
Tað er ikki loyvt at kasta vatnballónir á sjógv!
Minnist til, at lata tykkum í bjargingarvestar!
Leygardagur 22. august
Norðlýsið sendir beinleiðis frá Føroya Sjómannadegi á FM 98,7 og á nordlysid.fo
09.00
Sjómannadags dypp við neystið á Flesjum í Borðoyarvík.
Neystið er opið, og væntandi verður okkurt gott at fáa.
09.00
Føroysku træseglskipini og motorbátar hittast á Pollinum og seta segl.
10.00
Seglskipini koma á Klaksvík og leggja at kai, innast í krókinum við Stórukai.
Jóhanna, Westward Ho, Dragin, Grinkil, Norðlýsið, Thorshavn og Norðan.
10.30
Merkið verður vundið í húnar hátt, meðan tjóðsangurin verður sungin.
Síðani verður Føroya Sjómannadagur 2026 settur á stóra pallinum, og boðið verður til stóra morgunmatarborðið á bryggjuni.
Á stóra palli
Tilmelding til allar kappingar fer fram talgilt við pallin.
*undantikið til svimjikappingina. Meldið til hjá ÆGIR við at skriva navn á svimjara í sms-boðum til 229950.
10.45
Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu, bjóðar vælkomin
10.55
Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, setur Føroya Sjómannadag
11.05
Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, letur heiðursmerki til bestu skip og bátar í Føroyum
11.15
Umboð fyri Føroya Sjómannadag letur heiðursmerki til vinnararnar av fiskikappingini.
Vinnarin av størsta fiskinum verður kosin. Vinningur: Sleingitráða frá Berglon
11.25
Granskarar frá Havstovuni skera størsta fiskin frá fiskikappingini upp, og greiða í stuttum frá fiskinum
11.45
Føroyameistarakapping – Vinda hespur upp í noða
Kappingin er fyri pør.
Vinnari:
Vinnaraparið fær gávukort frá Hilton Garden Inn á gisting 2 nætur í dupultkamari á fyri 2 persónar íroknað morgunmat. Matskrá fyri 2 í Hallartúni annað av kvøldunum, uttan drekkivørur.
12.05
Føroyameistarakapping – Kasta langlínu
Føroyameistarin fær
Silvurvinnarin fær
Bronsuvinnarin fær
12.20
Føroyameistarakapping – Agnskering
Føroyameistarin fær eitt gávukort á 5000 kr. frá Atlantic Airways
Silvurvinnarin fær
Bronsuvinnarin fær
12.40
Skipalista-Kvissin – undankapping
Ernst S. Olsen og Gunnar Nolsøe eru vertir
Kappingin er skipað sum Kahoot! á snildfonini – Minnist til at heinta appina.
Finalan verður kl. 16.20
13.15
Føroyameistarakapping – Egning
Føroyameistarin fær gávukekk á 5.000 kr. frá Kjølur.
Silvurvinnarin fær gávukekk á 3.000 kr. frá Kjølur
Bronsuvinnarin fær gávukekk á kr. 2.000 kr. frá Kjølur.
14.00
Føroyameistarakapping – Trolbøting
Føroyameistarin fær vikuskifti í Captains Cottage á Sandi frá Skipara- & Navigatørfelagnum
Silvurvinnarin fær
Bronsuvinnarin fær
14.50
Føroyameistarakapping – Sjómanstak, innleiðandi umfar
15.40
Føroyameistarakapping í køkubaking
– Køkurnar skulu latast inn í kantinuni á Northern Fish Cold Storage(Hjá Antinis) ímillum klokkan 11:00 og 12:00
Køkudómarar: Kondittarí Marietta, Ranvá Knudsen og Heðin Arge
Vinningar
Besti smakkur: Samsung Galaxy S26 256GB Cobalt Violet, virði DKK 8.299,00 frá Føroya Tele og ein posa av Callebaut sjokolátu
Kreativitetur: Gávukort á 3.000 kr. frá Bónus og ein posa av Callebaut sjokolátu
Teknikkur: Gávukort á 3.000 kr. frá FK og ein posa av Callebaut sjokolátu
16.00
Arctic Young Chef
Vinnarin av norðurlendsku kokkakappingini fyri ungar kokkar, “Arctic Young Chef”, stytt AYC, verður avdúkaður.
Nærri kunning fæst á ayc.fo
16.20
Skipalista-Kvissin – Finalan
Ernst S. Olsen og Gunnar Nolsøe eru vertir
Vinnarar:
Vinningur:
17.10
Føroyameistarakapping – Halda dregg MENN
Føroyameistarin fær
Silvurvinnarin fær
Bronsuvinnarin fær
17.40
Føroyameistarakapping – Halda dregg KVINNUR
Føroyameistarin fær
Silvurvinnarin fær
Bronsuvinnarin fær eina atgongd í Aldu Spa á KG Hotel
18.10
Vinnararnir av Føroyameistarakapping í kassastápling og svimjing um Vágna verða avdúkaðir
Vinningur Svimjing um vágna:
Menn: Gávukort á 5.000 kr frá Atlantic Airways
Kvinnur: Gávukort á 5.000 kr frá Atlantic Airways
Vinnarar hjá monnum:
Vinnarar hjá kvinnum:
Vinningur Kassastápling:
Føroyameistarin fær eina Apple iPhone 17 256GB Sage, virði DKK 7.999,00 frá Føroya Tele
Silvurvinnarin fær
Bronsuvinnarin fær
Vinnarar gjørdust:
18.30
Togtogan millum skipsmanningar
8 persónar pr. lið
Vinningurin er ein cruiseferð við Norrønu til Íslands fyri 12 mans í 2026 ella í 2027.
18.50
Føroyameistarakapping – Sjómanstak, Finalan
Føroyameistarin fær
Silvurvinnarin fær
Í stóra tjaldinum
09.00 – 15.00
Norðurlendska kokkakappingin fyri ungar kokkar, “Arctic Young Chef”, stytt AYC
10.40
Boðið verður til stórt morgunmatarborð
11.00 – 18.00
Listaframsýning við Lydiu Petersen, Monicu Ósá Henriksen og Magnu Auðunsson
Á barnaøkinum
12.00 – 19.00
Rógving fyri børn og ung á flakum í grunnum hyli
12.00 – 18.00
Ókeypis hoppiborgir
12.00 – 18.00
Trygd bjóðar ókeypis andlitsmáling
12.00 – 15.00
Betri Trygging bjóðar øllum børnum ókeypis burðardyggar ballónir
13.00 – 18.00
Ókeypis kramarísar – Føroya Sjómannadagur og MBM bjóða øllum børnum ókeypis kramarís
13.00 – 17.00
Trygd bjóðar øllum børnum ókeypis franskar hotdogs
Á Silvapallinum
12.00 Operetturnar
13.00 Trøllapætur, omman & ommudidd rokka
14.00 Filip á Smið
15.00 Barnatiltak og felagsspøl við Kæti
Aftaná bjóðar Silvi øllum børnunum okkurt gott
16.30 Filip á Smið
Á økinum
13.00 – 18.00
KAV & Norðvask bjóða ókeypis poppkorn, kaffi, keks, saft og okkurt gott til børnini. Hetta er niðanfyri Roykivirkið.
13.00 – 17.00
Opið hús á Looknorth
Looknorth bjóðar øllum kaffi/te og vafflir.Víst verður runt á virkinum, og høvi verður eisini at síggja framleiðsluna og vørurnar, ið Looknorth framleiðir.
13.00 – 17.00
Opið hús á Netastovuni. Netastovan bjóðar øllum kaffe/té og okkurt søtt til góman. Høvi verður at síggja okkara framleiðslu.
13.00 – 19.00
Føroya átiligasta fiskaborð
JFK bjóðar Fish & Chips. Fiskurin er fyrstafloks toskur frá Gadus, meðan chipsini verða framleidd úr nýggjum eplum úr Onglandi, sum eru serliga væl egnað til endamálið. Í ár fara fýra kokkar frá kendum enskum Fish & Chips matstovum at kokkast. Fyri at stytta um tíðina í bíðirøðini, kann hvør persónur í mesta lagi fáa fýra portiónir.
—–
Føroya Bjór bjóðar sodavatn og vatn úr Føroya Bjór smáttuni
—–
Bakkafrost eru errin av sínum vælsmakkandi og heilsugóða laksi, aldur á føroysku firðunum. Aftur í ár fer Bakkafrost at borðreiða við ókeypis smakkiroyndum á bryggjuni. Hesar fara vónandi at geva tær íblástur til aðrar laksarættir.
—–
Christian í Grótinum og Amarant
Á sjómannadøgunum í ár borðreiða vit við eini Pokéskál við heitt royktum makreli.
Omaná bjóðar Amarant kaffi og eina rabarbu desert.
14.00 – 17.00
Føroyameistarakapping í kassastápling
14.00 – 18.00
Grillað grindatvøst við rómaeplum
Á sjónum
09.00
Føroysk træseglskip og motorbátar hittast á Pollinum og seta segl
10.00
Seglskipini koma á Klaksvík og leggja at kai, innast í krókinum við Stórukaj.
Jóhanna, Westward Ho, Dragin, Grinkil, Norðlýsið, Thorshavn og Norðan eru við.
11.00 – 17.00
Sjórænaraskip við Trøllapæturi, ommuni og ommudidd siglir stuttar túrar við børnum
11.00 – 17.00
Opið skip umborð á Westward Ho
11.00 – 17.00
Opið skip umborð á Norðan
11.00 – 17.00
Opið skip umborð á Draganum
11.00 – 17.00
Opið skip umborð á Thorshavn
13.00 – 18.00
Vilt á sjónum
– Ókeypis túrar við skjóttgangandi RIB-bátum
13.30
Bjargingarroynd við Norðoya Bjargingarfelag
14.00 – 17.00
Opið skip umborð á bjargingarbátinum Ziska
14.00 – 17.00
Opið skip umborð á sjóverjuskipinum
14.00 – 17.00
Opið skip umborð á sjóverjuskipinum
15.25
Svimjikapping á Vágni fyri menn og kvinnur
Svimjifelagið ÆGIR skipar fyri svimjikapping tvørtur um Vágna. Tilmelding hjá ÆGIR við at skriva navn á svimjara í sms-boðum til 229950
Kappast verður í tveimum bólkum: Kvinnur og menn
Sunnudagur 24. august
11.00
Sjómansgudstænasta í Christianskirkjuni
18.00
Sjómansmøti í Kfum & K Klaksvík.
Øll hjartaliga vælkomin
*Fyrivarni verður tikið fyri feilum og møguligum broytingum í skránni og í sambandi við vinningar
.

