Samfelag

Teir fýra stóru sita tungt á atkvøðunum

Teir fýra stóru flokkarnir í føroyskum politikki – Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi – fáa samanlagt mest sum altíð omanfyri fýra av fimm atkvøðum á løgtingsvalunum. Bara eitt undantak er seinastu mongu ferðirnar.

Atkvøðuflytingarnar í føroyskum politikki eru fyri tað mesta innanhýsis millum fýra teir stóru flokkarnar í føroyskum politikki. Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi fáa vanliga væl omanfyri 80 prosent at atkvøðunum.

Størstu undirtøkuna fingu teir fýra flokkarnir í 2002, tá teir í alt fingu 91,4 prosent av atkvøðunum.

Einasta undantakið var í 1994. Føroyar vóru tá farnar av knóranum, og burturúr fakfelagsrørsluni spratt ein politisk protestrørsla. 10 flokkar stillaðu upp. Verkamannafylkingin fekk trý umboð, meðan Javnaðarflokkurin tódnaði niður í helvt, úr 10 niður í fimm. Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin fingu tá 68,4 prosent av atkvøðunum.

Síðan 1988 hava nógvir nýggir flokkar stillað upp, men tað er uttan, at valdsjavnvágin hevur broytt seg stórvegis. Miðflokkurin hevur havt umboð í Løgtinginum síðan 1994, og Framsókn er valt á Løgting síðan 2011. Verkamannafylkingin misti sína umboðan í 1998, og tað gjørdi Kristiligi Fólkaflokkurin, Føroya Framburðs- og Fiskivinnuflokkurin eisini. Uttanflokkalistin (1988), Framsóknarflokkurin (1988), Sosialistiski Loysingarflokkurin (1990), Hin Føroyski Flokkurin (1994), Frælsisfylkingin (1994), Hin Stuttligi Flokkurin (2004), Miðnámsflokkurin (2008), Føroyaflokkurin (2019) og Framtakið – fyri rættinum at velja kannabis (2019) hava eisini stillað upp, men uttan at fáa umboð.

Sjálvstýrið var ikki valt á Løgting í 2022, men fekk aftur umboð í 2026.

Yvirlit yvir samlað atkvøðutal, sum teir fýra stóru flokkarnir hava fingið: 

2026: 84,5 %

2022: 83,2 %

2019: 85,1 %

2015: 83,4 %

2011: 83,3 %

2008: 83,7 %

2004: 87,8 %

2002: 91,4 %

1998: 85,0 %

1994: 68,4 %

1990: 83,0 %

1988: 85,6 %

Kelda: Valúrslit.fo

FREGNA.FO

Eigari av Fregna.fo